ANDLITSLYFTING


Á frøðimáli eitur andlitslyfting „rhytidectomi”, og hon snýr seg um at broyta vondina og rovuna (útsíðuna) á húðini í andliti og á hálsi. Andlitslyfting er skurðviðgerð, sum í eini vissum týdningi kann yngja fólk, men er ikki ein skurðviðgerð, sum forðar fólki at eldast. Í skurðviðgerðini verður avlopshúð og eykafiti tikin burtur.

Húðin verður slættað og eftir umstøðunum eisini vøddar og hinnur, ið liggja undir húðini. Á henda hátt verður minkað um ávirkan av áralangari strongd, sól og øðrum táttum í tilveruni, sum seta merki á útsjónd okkara. Eftir skurðviðgerðina sær einstaklingurin yngri út.

Tey, ið hugsa um at fáa eina andlitslyfting, skulu gjøgnumganga spurnalistan niðanfyri, áðrenn tey biðja um tíð hjá plastiskum skurðlækna. Svarini til spurningarnar kunnu hjálpa til við at fáa greiðu á týdningarmiklum spurningum, so sum hvussu langa tíð skurðviðgerðin tekur, váðar, sum fylgja við andlitslyfting, og um útsjónd tín í veruleikanum hóskar til eina skurðviðgerð.

Sí áðrenn- og eftir myndir av andlitslyftingum á Cosmedia.dk - myndirnar eru ikki av okkara egnu sjúklingum, men vísa eitt dømi um hvat man kann vænta.

          

SPURNINGAR OG SVAR

          
Er nakar vansi í sambandi við eina andlitslyfting?

Trupulleikar í sambandi við eina andlitslyfting eru sjáldsamir og sum heild eru teir lítlir, um teir stinga seg upp. Hinvegin so er andlitsbragdið hjá fólki sera ymist, og ymist er, hvussu ein skurðviðgerð tekur seg upp. Tí ber ikki altíð til at siga greidliga frammanundan, hvussu úrslitið verður.

Trupulleikar, sum kunnu taka seg upp í sambandi við eina andlitslyfting, eru, at blóð setur undir húðina, at sárini grógva ov seint aftur (serliga hjá roykjarum) og minni bruni. Ófyrisæddir trupulleikar eins og t.d. skaði á nervar, sum stýra andlitsvøddum, kunnu koma fyri, men eru sera sjáldsamir.


Hvat skal eg hava í huga innan eina andlitslyfting?

Andlitslyfting kann í ávísum týdningi yngja og geva einstaklinginum frískari útsjónd. Ofta bøtir skurðviðgerðin um vælveru og hevur góða ávirkan á sjálvsálit og sjálvsmynd. Andlitslyfting kann kortini ikki hjálpa fólki at endurheinta lívsmegina frá ungdómsárum. Tað er tí neyðugt at hava realistiskar hugsanir um úrslitið, áðrenn tú fert undir skurð og at gjøgnumganga tær hugsanir, sum tú hevur um úrslitið. Hetta eru spurningar, sum í royndum er neyðugt at tosa við skurðlæknan um.

Tað er sjáldsamt, at fólk hugsa um eina andlitslyfting, fyrr enn tey eru oman fyri 40 ára aldur. Sum einstaklingurin eldist, fer ein skurðviðgerð gjarna at gera størri mun, við tað at hon verður sjónligari og munadyggari.


Hvussu kann eg fyrireika meg til eina andlitslyfting?

Eftir fyrstu viðtalu og avgerð um at fáa eina skurðviðgerð kannar plastiski skurðlæknin vandaliga andlit títt og tað, sum er undir húðini – vøddar, fitimyndan og beinbygnað. Síðan gjøgnumgongur hann upplýsingar um heilsustøðu og likamsstøðu tína og vanligastu váðar. Her er neyðugt at lata læknanum upplýsingar um royking, rúsdrekka- og heilivágsnýtslu.

Áðrenn farið verður undir skurðviðgerðina, má skurðlæknin geva tær leiðbeining um, hvussu tú skalt fyrireika teg. Í hesi fyrireiking kann vera leiðbeining um matvanar, royking, heilivágsnýtslu og kostískoyti. Harumframt fer skurðlæknin at gjøgnumganga teir praktisku spurningarnar við tær, um tú t.d. verður før(ur) fyri at fara heim eftir skurðviðgerðina ella um tær tørvar hjálp at koma til hús.

Eisini fer læknin at kunna teg um pínustillandi heilivág og onnur praktisk viðurskifti aftan á skurðviðgerðina og hvønn stuðul tú møguliga kundi hugsast at hava brúk fyri heima.


Skal eg í narkosu?

Sum oftast fer andlitslyfting fram í narkosu, men stundum í staðdoyving við ella uttan at geva inn døsingarevni. Narkosan verður framd av narkosulækna og hevur hann tilsjón við tær undir skurðviðgerðini og meðan tú ert við at rakna við aftur og koma fyri teg fyrstu tímarnar eftir skurðviðgerðina.


Hvat fer fram undir skurðviðgerðini?

Vanliga verður ein skurður skorin innan fyri hárgarðin á økinum við tinningin niður ímóti, at og framman fyri oyrað, har sum natúrlig húðarlegd er. Haðani heldur skurðurin fram undir oyralippuni og upp aftan fyri oyrað og haðan inn í hársvørðin. Húðin verður síðan loyst frá undirlagnum fram á kjálkan og niður á hálsin. Eykahúð og eykafiti verður tikin burtur. Hinnur og vøddar verða strammað, og húðin verður síðan slættað, samstundis sum skurðurin verður seymaður aftur. Síðan verður bundið um sárið, og umvav verður bundið um høvdið fyri at fyribyrgja, at húðin gerst blálig og hovin.


Hvussu langa tíð tekur skurðviðgerðin?

Andlitslyfting tekur vanliga tríggjar til fimm tímar alt eftir umstøðunum. Um eygnalokini samstundis verða skurðviðgjørd, tekur skurðviðgerðin enn longri tíð. Eftir skurðviðgerðina fylgja narkosulæknin og vandnir sjúkrarøktarfrøðingar við tær í viðrakningini í ein til tríggjar tímar, til tað er ráðiligt at senda teg heim.


Hvussu verði eg fyri beint eftir skurðviðgerðina?

Lætt er at fyribyrgja pínu aftan á eina andlitslyfting við pínustillandi heilivági. Sum heild hevur ein andlitslyfting tó lítið av pínu við sær. Bindini verða vanliga tikin burtur eftir einum til tveimum døgum.

Eftir eina slíka skurðviðgerð er húðin vanliga hovin og bláliga mislitt, og tí kann ikki metast um úrslitið, fyrr enn fimm til seks dagar eru lidnir. Penturnar verða tiknar úr í tveimum umførum. Fyrru ferð fimta til sætta dagin og seinnu ferð tíggjunda til tólvta dagin eftir skurðviðgerðina.


Hvussu langa tíð tekur tað at koma heilt fyri seg?

Tú kanst rokna við at vera á fótum beinanvegin dagin eftir, men tú mást samstundis hugsa um at taka tær av løttum í eina viku. Best er at halda seg við hús fyri tað mesta í nakrar dagar. Ikki er gott at greiða hárið teir fyrstu dagarnar, tí húðin við hársvørðin kann missa kennisemið. Skurðlæknin fer at geva tær neyvar leiðbeiningar eftir skurðviðgerðina, men ikki er gott at leggja ov nógv fyri fyrstu vikurnar. Als ikki er ráðiligt at njóta rúsdrekka fyrstu dagarnar. Fyrst og fremst má mælast til hvílu.

Fyrstu dagarnar kanst tú merkja eina ringa og óvanliga kenslu í húðini. Andlitsdrøgini kunnu vera avlagað av trota og andlitsbrøgdini stirvin, og húðin kann vera bláliga mislitt í tvær til tríggjar vikur. Sum oftast eru tey flestu av hesum eyðkennum horvin eftir trimum vikum, og tá gongur sum heild betur. Tey flestu rokna við at kunna fara til arbeiðis aftur eftir 10 til 15 døgum.


Hvat kann eg vænta mær í sambandi við, at útsjóndin er broytt?

Royndirnar vísa, at tú sum oftast beinanvegin teir fyrstu dagarnar verður nøgd/ur við úrslitið, hóast heildarúrslitið ikki er eyðsýnt. Tá ið húðin ikki longur er hovin og bláliga mislitt, kann hon kennast turr og grovari enn vanligt í nakrar mánaðir. Best er at hava vætukrem við hondina. Sjálvt um nøkur arr eru eftir andlitsskurðviðgerðina, eru tey sum heild sett soleiðis fyri, at tey kunnu fjalast av hárinum, og síðan blikna tey við tíðini.

Tey flestu, sum fáa eina andlitslyfting, eru nøgd við úrslitið, og tí kann við vissu sigast, at andlitslyfting í miðal er tann fríðkanarskurðviðgerð, sum fólk eru mest nøgd við. Hin vegin er rætt at leggja dent á, at skurðviðgerðin ikki kann vinna á aldrinum á fólki.