FYLLINGAREVNI


Í gjøgnum tíðina hava plastiskir skurðlæknar nýtt ymisk evni at spræna inn í húðina fyri at minka um andlitsrukkur, serstakliga rundan um munnin og í pannuni. Eisini hava evni verið nýtt til at seta í varrar til at bøta um útsjónd teirra og vaksa um teir, um teir eru smalir.

Vanligasta evnið, sum verður nýtt nú á døgum til hetta endamál, er hyaluronsýra, sum er natúrligt evni, sum m.a. finst í bróski. Evnið er til í ymiskum seigleika alt eftir, hvat endamál tað verður nýtt til. Evnið verður sprænt inn í leðurhúðina í ávísum dýpi undir rukkur ella kullur til at javna tær ella gera tær grynri. Evnið verður lagt inn heldur djúpt í varrarnar fyri at gera teir størri. Evnið verður brotið niður í likaminum eftir ávísari tíð, og virknaðurin er tí ikki varandi. Vanligt er, at evnið varir í uml. eitt ár og í besta føri upp til tvey ár. Í einstøkum førum verður tað tó niðurbrotið heldur skjótari ella enntá eftir fáum mánaðum.

Sí áðrenn- og eftir myndir av varrum, ið hava fingið fyllingarevni sprænt í, á Cosmedia.dk - myndirnar eru ikki av okkara egnu sjúklingum, men vísa eitt dømi um hvat man kann vænta.

          

SPURNINGAR OG SVAR

          
Er nakar vansi við at fáa viðgerð við fyllingarevni?

Nærum eingin vandi er við at nýta hyaluronsýru. At nakar gerst ovurviðkvæmur fyri evninum er neyvan kent, og eingir skurðir verða gjørdir fyri at fáa evnið inn. Harumframt er broytingin, sum verður framd, ikki varandi, men hvørvur so við og við eftir eini ávísari tíð eins og greitt er frá omanfyri.


Hvat skal eg hava í huga innan eina viðgerð við fyllingarevni?

Best er frammanundan at hava eina sera greiða mynd av tí, sum tú væntar tær av at fáa fyllingarevni. Tað er neyðugt at tosa heilt opið við plastiska skurðlæknan um tínar vónir, so at hann kann gera greiðu á, um viðgerð við fyllingarevni kann svara til tínar vónir. Samstundis er neyðugt at hava í huga, at sjálvt um úrslitið er gott, so er tað ikki varandi og tí má innspræningin endurtakast við vissum millumbilum, um virknaðurin skal halda.

Best er frammanundan at hava eina sera greiða mynd av tí, sum tú væntar tær av at fáa fyllingarevni. Tað er neyðugt at tosa heilt opið við plastiska skurðlæknan um tínar vónir, so at hann kann gera greiðu á, um viðgerð við fyllingarevni kann svara til tínar vónir. Samstundis er neyðugt at hava í huga, at sjálvt um úrslitið er gott, so er tað ikki varandi og tí má innspræningin endurtakast við vissum millumbilum, um virknaðurin skal halda.


Hvussu kann eg fyrireika meg til eina viðgerð við fyllingarevni?

Nærum eingin fyrireiking er neyðug, eftirsum tað snýr seg um eina rættiliga einfalda viðgerð. Tað er bert neyðugt at møta til ásetta tíð uttan nakað andlitssmyrsl á teimum støðum, sum skulu viðgerast.


Skal eg í narkosu?

Tað er lætt at spræna fyllingarevni inn uttan doyving, og verður tað stundum gjørt. Vanligt er tó í øllum førum at staðdoyva í minsta lagi tað økið, sum skal viðgerast, t.d. varrar ella enni. Narkosa er óneyðug.


Hvat fer fram, meðan evnið verður sprænt inn?

Plastiski skurðlæknin sprænir inn evnið, sum javnast út í leðurhúðini, við sera fínligari nál undir tær rukkur, sum skulu viðgerast. Síðan slættar hann evnið út við fingrunum. Er sjúklingurin vakin, kann hann í spegli fylgja við í tí, sum gjørt verður, og kann vera við til at gera av, hvussu nógv evni verður nýtt á hvørjum staði, ikki minst í varrunum.


Hvussu langa tíð tekur innspræningin?

Viðgerðin tekur um 20 til 45 minuttir alt eftir, hvar á likaminum tað er og hvussu umfatandi viðgerðin er.


Hvussu verði eg fyri beint eftir viðgerðina?

Húðin, sum er viðgjørd, verður eitt sindur reyð og hovin, men tað eigur at vera horvið eftir tveimum til trimum døgum. Um doyving hevur verið nýtt, hvørvur hon eftir tveimum til fimm tímum. Tað kann koma fyri, at húðin blánar á einstøkum støðum, har sum evnið hevur verið sprænt inn, og tað hvørvur í flestum førum innan eina viku.


Hvat kann eg vænta mær í sambandi við, at útsjóndin er broytt?

Grunnar rukkur kunnu hvørva heilt eftir innspræningina. Tær djypru rukkurnar hvørva ikki heilt, men gerast grynri og mildari. Um fylt verður í varrarnar, átti úrslitið at kunna verið í samsvari við ynski tíni, ikki minst av teirri orsøk, at tú ert vakin, meðan viðgerðin fer fram, og tú fyri tað mesta sjálv(ur) avgert mongdina av evninum.

Eins og áður nevnt, er týdningarmikið at gera sær greitt, at likamið brýtur niður hetta evnið, og tí hvørvur árinið av viðgerðini so líðandi eftir eini ávísari tíð. Tað veldst um fólkið og økið, hvar tað er sprænt inn, hvussu leingi tað heldur. Ofta kann tað halda sær í uml. 1 ár, í besta føri tvey ár, men í einstøkum førum bert fáar mánaðir. Tó heldur tað sær longur undir rukkum enn tað, sum er fylt í varrarnar. Um tað heldur sær stutt í varrunum, og viðkomandi dámar broytingina, kann tað koma upp á tal at seta fiti inn í varrarnar, men tað er meiri umfatandi enn at spræna inn fyllingarevni.