LÆKNAR HJÁ ARTHARMONIA




ELIESER OLSEN



Elieser hevur starvast sum lækni síðan 1981. Hann hevur útbúgving bæði sum serlækni í almennari kirurgi og sum serlækni í plastiskari kirurgi. Hann kann virka sum serlækni í øllum Norðurlondum, og hann hevur starvast – umframt í Føroyum – bæði í Svøríki, Noregi og eitt stutt tíðarskeið í Danmørk.


YRKISLEIÐ

Elieser Olsen fekk prógv í læknafrøði á Odense Universitet í 1981. Eftir lokið læknaprógv byrjaði Elieser at starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann tók turnusútbúgving, og kundi hann virka sum sjálvstøðugur lækni í 1983. Harnæst starvaðist hann sum hjálparlækni á skurðdeild í Kalix í Svøríki í tveimum tíðarskeiðum, til hann byrjaði aftur á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum sum 1. hjálparlækni. Elieser starvaðist á skurðdeildini í nøkur ár og leitaði sær síðan til Svøríkis, fyrst á narkosudeild í hálvt ár og síðan á almennkirurgiska deild á Umeå Univeristetssjúkrahúsi. Síðan fekk Elieser fast útbúgvingarstarv á plastiskari skurðdeild á Umeå Univeristetssjúkrahúsi. Hann tók serlæknaprógv í almennari kirurgi og plastiskari kirurgi við sama sjúkrahús í 1993. Hann kann sostatt virka sum serlækni í hinum Norðurlondum eisini.

Elieser virkaði fyrst sum yvirlæknavikarur á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum í nøkur ár. Í 1996 varð hann settur sum yvirlækni á plastiskari skurðdeild á Sentralsykehuset í Telemark í Noregi, har hann serliga starvaðist við rekonstruktiónskirurgi umframt handkirurgi. Í 1997 varð hann settur sum fastur yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum, og hevur hann starvast á ymsum økjum viðvíkjandi skurðfrøðini síðan. Av hesum hevur plastisk skurðfrøði verið ein partur umframt krabbaskurðfrøði.



ANNAÐ VIRKSEMI

Elieser hevur miðvíst starvast fyri menning á kliniska økinum, serliga tá ið tað snýr seg um nýggjar viðgerðarhættir í sambandi við sár- og krabbaviðgerð, eisini menning av nýggjum skurðviðgerðum, eftirviðgerðum og arbeiði viðvíkjandi góðskutrygging í samstarvi við hini norðurlendsku sjúkrahúsini sambært galdandi heilsukrøvum.

Elieser hevur tikið lut í dagliga kjakinum viðvíkjandi heilsuverki Føroya og harumframt heilsufremjandi tiltøkum. Hann hevur verið limur í nevndini í Krabbameinsfelagnum, har serligur dentur hevur verið lagdur á upplýsing um bróstkrabba og viðgerð. Elieser hevur skrivað greinir í Ugeskrift for læger umframt luttikið í kjaki í fjølmiðlunum. Hann hevur undirvíst á skúlum og hildið kunnandi fyrilestrar í áhugafeløgum, t.d. í sambandi við sárviðgerð, lymfodem og krabbasjúkur. Eitt áramál sat Elieser sum limur í Vísindasiðseminevnd Føroya.

Upp
ÓLAFUR EINARSSON



Ólafur hevur starvast sum lækni í meira enn trý áratíggju. Hann hevur útbúgving bæði sum serlækni í almennari kirurgi og sum serlækni í plastiskari kirurgi. Hann kann virka sum serlækni í báðum greinum í Íslandi, Svøríki og Danmørk, og hann hevur í longri og styttri tíðarskeiðum starvast í øllum trimum londum.


YRKISLEIÐ

Ólafur Einarsson fekk prógv í læknafrøði á Háskóla Íslands í 1976 og kundi virka sum sjálvstøðugur lækni í desember 1977. Síðan fekk hann útbúgving í almennari kirurgi í Svøríki og starvaðist eitt nú á sjúkrahúsinum í Gøteborg og Eksjö. Við lokið framhaldsnám í almennari kirurgi kundi hann virka sum lækni í Svøríki og Íslandi í 1983. Seinni gjørdist hann serlækni í plastiskari kirurgi við Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, og í 1985 kundi hann virka sum serlækni í Danmørk, Svøríki og í Íslandi. Hann kann tískil virka bæði sum almennur skurðlækni og plastiskur skurðlækni í øllum trimum londum.

Síðan 1986 hevur Ólafur starvast á plastisku skurðdeildini á Landsjúkrahúsinum í Íslandi – háskólasjúkrahúsinum – og í tíðarskeiðinum frá januar 1994 til juni 1995 var hann yvirlækni á deildini. Ólafur er ein av royndastu plastisku skurðlæknum í Íslandi og fremsti serfrøðingur har, tá ið tað snýr seg um at viðgera varraskarð hjá børnum. Harumframt hevur Ólafur rikið læknastovu í Domus Medica frá 1986, og í hesum tíðarskeiði hevur hann gjørt nógvar plastiskar skurðviðgerðir og fríðkanarskurðviðgerðir.



FYRILESTRAR, GREINIR & FRAMHALDSÚTBÚGVING

Ólafur hevur tikið lut í nógvum ráðstevnum, hildið nógvar fyrilestrar og skrivað greinir í frøðilig tíðarrit. Harumframt hevur Ólafur tikið sær av kliniskari undirvísing øll árini, eitt nú við Renströmska Sjukhuset í Gøteborg, Hjúkrunarskóla Íslands, á fysioterapinámi við Háskóla Íslands, og eisini hevur hann undirvíst læknalesandi við Háskóla Íslands. Hann hevur tikið virknan lut í felagsskapinum hjá plastiskum skurðlæknum eins og samstarvinum hjá plastiskum skurðlæknum í Norðurlondum og felagsskapum teirra.

Í lestrarárunum sat Ólafur í stjórnini hjá Felagnum hjá læknalesandi, var eina tíð nevndarlimur í Læknafelagi Reykjavíkar og sat í nøkur skeið í stjórn Domus Medica. Umframt íslendskt tosar hann danskt, svenskt og enskt flótandi. Eisini hevur Ólafur gjøgnum árini nomið sær serstaka starvsvenjing og framhaldsútbúgving fleiristaðni, eitt nú í Danmark, Japan og Kalifornia.





BØRN VIÐ VARRASKARÐI OG OPMNUM GÓMA

Á hvørjum ári verða í miðal fødd 10 børn við varraskarði og opnum góma í Íslandi. Í árunum 1993 til 1999 vórðu 73 børn fødd við hesum breki. Granskingarúrslit vísa, at lutfallið í Íslandi er eitt lítið sindur hægri enn í øðrum Norðurlondum og í Evropa.

Frá 1986 hevur Ólafur skorið eitt stórt tal av børnum fyri varraskarð og opnan góma, og harumframt hevur hann fylgt við teimum, hvussu tað hevur gingist. Tað er ikki óvanligt, at eitt barn, sum verður føtt við varraskarði, má skerast fleiri ferðir heilt fram til 17 ára aldur. Tey, sum vilja hava meir at vita um hesar skurðviðgerðir, kunna hyggja á heimasíðu felagsins.

Upp
OTTÓ GUÐJÓNSSON



Otto hevur starvast sum lækni síðani 1985. Er útbúgvin bæði sum serlækni í almennari kirurgi og sum serlækni í plastiskari kirurgi. Hevur starvast við hesum sergreinum í USA (New York) og í Íslandi.


YRKISLEIÐ

Ottó Guðjónsson fekk prógv í læknafrøði frá Háskóla Islands í 1983. Aftaná lokna útbúgving starvaðist hann á ymiskum sjúkrahúsum í Reykjavík og smærri bygdum í Íslandi í 2 ár. Eftir hetta flutti hann til New York, har hann tók serlæknaútbúgving innan almenna kirurgi. Seinni víðari útbúgving sama stað innan plastiska og kosmetiska kirurgi. Hareftir virkaði Ottó í fleiri ár saman við øðrum á privatari klinikk við heitinum Long Island Plastic Surgical Group. Her nam hann sær stórar royndir innan plastiska skurðfrøði á fleiri økjum, millum annað mikrokirurgi, hondkirurgi, skurðviðgerðir av brunasárum umframt kosmetiska kirurgi.

Í umleið 10 ár stjórnaði hann brandsár deildini í Nassau County Medical Center. Hetta var serliga innanfyri økið rekonstruktión eftir forbrenningar. Um sama mundið undirvísti hann læknalesandi í almennari plastikkirurgi í New York State University.

Í 2002 vendi Ottó aftur til Íslands og hevur arbeitt sjálvstøðugt í Domus Medica, serliga innan økið kosmetisk kirurgi. Hann hevur tey seinastu árini sitið í nevndini fyri íslendska felagið fyri plastikkirurgar, og er í løtuni formaður.

Upp