NØS
Nasaskurðviðgerðir eru rættiliga vanligar. Tað kunnu vera nógvar orsakir til, at fólk ynskja eina slíka skurðviðgerð. Nøsin er á einum árendum stað og hevur tí ofta stóra ávirkan á sjálvsmyndina hjá fólki, sjálvt um henda mynd ikki altíð er í samsvari við sniðið á nøsini.
Tá ið nøsin verður skurðviðgjørd fyri at bøta um útsjóndina, kann tað snúgva seg um at vaksa ella minka um nøsina, at broyta nasabeinið og/ella bróskið, hjálpa upp á treingingar í nøsini, at broyta økið millum yvirvørrina og nøsina o.a.m. Eisini verða gjørdar ábøtur eftir løstir, og skurðviðgjørt verður fyri treinging í andaleiðini í nøsini. Um tú hugsar um at fáa eina nasaskurðviðgerð, ella “rhinoplasti“, sum tað eitur á frøðimáli, er hugsandi, at tú hevur spurningar, sum tú vilt hava svaraðar. Spurningarnir og svørini, ið standa niðanfyri, skuldu givið tær eina greiðari mynd og fatan av nasaskurðviðgerðum og gjørt tað lættari fyri teg taka støðu til, um ein slík skurðviðgerð kann hjálpa tær. Spurningarnir snúgva seg kanska ikki beinleiðis um tína persónligu støðu ella svara øllum tínum ivamálum, men teir skuldu givið tær eina hugmynd av, hvat er fyri framman og hvørji úrslit tú kanst rokna við at fáa.
Sí áðrenn- og eftir myndir av nasaskurðviðgerðum á Cosmedia.dk - myndirnar eru ikki av okkara egnu sjúklingum, men vísa eitt dømi um hvat man kann vænta.
SPURNINGAR OG SVAR
| Er nakar vansi í sambandi við eina nasaskurðviðgerð? |
|
|
|
Við tað at ein nasaskurðviðgerð verður gjørd av einum plastiskum skurðlækna í samsvari við viðurkend og roynd háttaløg, eru váðarnir sjálvandi sum heild lítlir. Ein nasaskurðviðgerð er tó ikki meiri enn nøkur onnur skurðviðgerð púra vandaleys. Til dømis er møguleiki fyri bløðing ella bruna, ið kann taka seg upp. Harumframt er ikki óvanligt (t.e. umleið í einari av hvørjum 20 skurðviðgerðum) at neyðugt er at gera eina eykaskurðviðgerð, eftirsum skurðviðgerðin ikki røkkur tí endamáli, sum einstaklingurin og læknin høvdu sett sær sum mál. |
| Hvat skal eg hava í huga innan eina nasaskurðviðgerð? |
|
|
|
Nasaskurðviðgerðir tæna tí endamáli at gera tillagingar eftir skaða og viðfødd brek ella bøta um frábrigdi í útsjóndini. Tað er neyðugt at gera sær realistiskar hugsanir um skurðviðgerðina og hava í huga, at skurðviðgerðin byggir á tað, sum er, og kann bøta um útsjóndina, men fær ikki broytt andlitið grundleggjandi. Ikki er ráðiligt at skurðviðgera nøsina, fyrr enn ein er fullvaksin og andlitið er fullment, t.e. ikki fyrr enn við 15 til 17 ára aldur hjá gentum og eitt sindur seinni hjá dreingjum. Tey, sum fáa mest burtur úr eini slíkari skurðviðgerð, eru tey, sum hava realistiskar vónir um bøtta útsjónd og hava eina greiða orsøk til at fáa eina slíka skurðviðgerð. Góð heilsa og góð likamlig støða er eisini góð fyritreyt. |
| Hvussu kann eg fyrireika meg til eina nasaskurðviðgerð? |
|
|
|
Áðrenn skurðviðgerðina skal plastiski skurðlæknin geva tær leiðbeining um fyrireikingina. Hann fer at kunna teg um, um tú skalt fasta ávísa tíð undan skurðviðgerðini og um heilivág, rúsandi løg, royking, kostískoyti o.tíl. Í sambandi við fyrireiking er eisini best at leggja tað soleiðis til rættis, at onkur kann fylgja tær heim eftir skurðviðgerðina. Harumframt er týdningarmikið at hava onkran, sum kann hjálpa tær heima við hús beint eftir skurðviðgerðina. |
| Skal eg í narkosu? |
|
|
|
Nasaskurðviðgerðir verða oftast gjørdar í narkosu. Narkosan tekur narkosulækni sær av, og fylgir hann við tær undir skurðviðgerðini og meðan tú er við at rakna við aftur og koma fyri teg fyrstu tímarnar eftir skurðviðgerðina. Snýr tað seg bert um at skurðviðgera nasasnippin, har sum einans verður nomið við bróskpartin á nøsini, men ikki við bein, verða skurðviðgerðir stundum gjørdar við staðdoyving. |
| Hvat fer fram undir skurðviðgerðini? |
|
| Undir skurðviðgerðini verður húðin á nøsini loyst frá beini og bróski, sum síðan verður formað í tað ætlaða sniðið. Sniðið á bróskinum er treytað av, hvussu umfatandi broytingin er. Tá ið liðugt er at forma nøsina, verður húðin aftur løgd omanyvir og sárini latin aftur. Høvuðsskurðir verða lagdir inni í nøsini, soleiðis at arrini uttan verða sera lítil. Stundum verður øll skurðviðgerðin gjørd innanífrá við einum skurði inni í nøsini. Síðst í skurðviðgerðini verður plast- ella gipsspjálki settur á nøsina fyri at halda sniðinum, meðan sárini grøðast. Eisini verður sum oftast sett tvørra upp í annan ella báðar nasagluggarnar til at forða fyri bløðing og til at stuðla undir bróskið innanífrá. |
|
| Hvussu langa tíð tekur skurðviðgerðin? |
|
| Nasaskurðviðgerðir taka sum heild ein og ein hálvan til tveir og ein hálvan tíma. Longri skurðviðgerðir kunnu tó koma fyri, um tað skulu gerast størri tillagingar á nøs og andaleið. Slíkar skurðviðgerðir kunnu taka fýra tímar ella meiri. |
|
| Hvussu verði eg fyri beint eftir skurðviðgerðina? |
|
| Fyrsta samdøgrið eftir skurðviðgerðina kanst tú rokna við, at andlitið verður hovið. Tú kanst fáa pínu í nøsina og tú kanst fáa høvuðpínu. Hesa pínu er lætt at halda niðri við pínustillandi heilivági. Ein kann rokna við at skula liggja í seingini fyrsta dagin við høgt undir høvdinum. Hugsandi er, at húðin rundan um eyguni verður hovin og bláliga mislitt, og verður hetta í hæddini annan og triðja dagin. Køld umsløg kunnu minka um trotan, og soleiðis kann skjótari vinnast á tí ringu kensluni, sum fylgir við skurðviðgerðini. Næstan allur troti og blái liturin hvørvur eftir einari til tveimum vikum. |
|
| Hvussu langa tíð tekur tað at koma heilt fyri seg? |
|
| Tey flestu, sum fáa eina nasaskurðviðgerð, eru á fótum aftur eftir einum ella tveimum døgum og kunnu fara aftur í skúla ella til arbeiðis eina viku eftir skurðviðgerðina. Hinvegin kanst tú ikki rokna við at koma heilt í sama stand aftur fyrr enn nakrar vikur seinni. Plastiski skurðlæknin skal tó geva tær neyvari leiðbeiningar, t.d. mást tú ikki gera krevjandi og strævnan ítrótt, ikki gníggja nøsina, og tú mást fara varliga fram, tá ið tú vaskar andlitið og hárið. Skurðlæknin fer at fylgja við, hvussu tú kemur fyri teg næstu vikurnar og mánaðirnar eftir og geva tær ráð eftir tørvi. |
|
| Hvat kann eg vænta mær í sambandi við, at útsjóndin er broytt? |
|
| Tað er ikki realistiskt at meta um úrslitið, fyrr enn ein til tvær vikur eru lidnar. Beint eftir skurðviðgerðina er andlitið hovið, og tað er neyvan møguligt at meta um úrslitið. Eftir einari til tveimum vikum átti at verið møguligt at meta um úrslitið og síggja munin. Men tað fer at ganga eitt sindur longri tíð, til alt tað hovna og trútna er burtur. Hinvegin so má ikki gloymast, at tað er drúgt at koma heilt fyri seg eftir eina nasaskurðviðgerð, og neyðugt er, at sjúklingurin ansar eftir sær. |