VANLIGASTU SKURÐVIÐGERÐIR


Vanligastu fríðkanarskurðviðgerðir, sum verða gjørdar á læknastovu, eru skurðviðgerðir í andliti, so sum ovaru og niðaru eygnalok og andlitslyfting. Eisini eru skurðviðgerðir av bróstunum sera vanligar.

Nógvar aðrar skurðviðgerðir verða gjørdar, hóast tær ikki verða umrøddar her á heimasíðuni, t.d. at bøta um innvendar bróstvørtur, ymsar skurðviðgerðir av hondunum, skurðviðgerðir fyri nógvan sveitta undir hondini o.s.fr. Hesar - og aðrar sjáldsamari skurðviðgerðir, kunnu frættast um frá skurðlæknanum sjálvum.

Sí listan til vinstru fyri at lesa nærri um tær ymsu skurðviðgerðirnar.